Stovnað: 29/01/2012
Í dag var toppdystur í kvalifikatiónsrundini har fremsta liðið hjá ÍF Føroyum spældi.
Tað var ÍF Føroyar sum tók ímóti AB. Undan dystinum lá AB á oddan í gruppuni, men mennirnir hjá ÍF Føroyum spældu ein góðan dyst og komu skjótt framum við trimum málum og hildu tí føringina langt inn í seinna hálvleik.
Hálvleiksstøðan var 15-12 til ÍF Føroyar.
Tá fáir minuttir vóru eftir av seinna hálvleiki hevði AB megna at minka um munin niður í 22-21, men taptu tó 30-27.
ÍF Føroyar hevur nú 19 stig og liggur á einum deildum fyrsta plássið saman við Team Tornved KFUM.
Meiri upplýsingar kunnu síggjast á: http://www.dhf.dk/Turneringer-Og-Resultater/Forening-Soegning (leita eftir Føroyar)
Myndir: David Nilssen
Stuttfilm: Jóannes Huusgaard á Fløtti