Stovnað: 21/01/2012
Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum tóku í dag ímóti BK Ydun frá Frederiksberg.
Hóast føroysku kvinnurnar fleiri ferð høvdu eina 2 máls leiðslu, megnaði BK Ydun at javna.
Tá fyrri hálvleikur var av, stóð 11-11 á stigatalvuni.
Í seinna hálvleiki sást at bæði vóru komin fyri at vinna, meiri ferð kom í spæli og eisini 3 straffikøst, har tvey vóru ímóti føroyingum.
Seinastu minuttirnir av dystinum vóru sera spennandi. Føroysku kvinnurnar førdu við 26-24 tá BK Ydun minkaðu um munin til 26-25 og føroyingar í álop. Tað skuldi eitt seinasta mál til fyri at sikra sær sigurin, men har kom einki burturúr og BK royndi at skunda sær at javna. Tað eydnaðist tó ikki hjá teimum at kom til nakran málmøguleika áðrenn dysturin bleiv blástur av.
Tískil hava føroysku kvinnurnar hjá ÍF Føroyum nú 12 stig og eru nummar 6 av 10. Fremst liggur B 09 København við 20 stigum.
Næsti dysturin verður á útivølli 29. januar ímóti botnliðnum HK Tårnby.
Myndir: David Nilssen
Stuttfilm: Jóannes Huusgaard á Fløtti