http://eyga.fo/uploads/gallery/album_62/medium/

Útgávukonsert hjá Jákup Eli


Myndir
Stuttfilmar
    Stovnað: 27/01/2012
    Hósdagin var ein útgávukonsert í Tutl, har eingin annar enn sjálvur Jákup Eli spældi útvaldar sangir av nýggju fløguni. Finnur Jensen navnkendi Jákup Eli, har hann millum annað nevndi, at hann var skelkaður av erligheitini í tónleikinum hjá Jákup Eli, og lýsti hann tónleikin at vera so ófiltreraðan, at hann visti ikki um hann skuldi gráta ella flenna. Til hetta svaraði Jákup Eli grínandi, at hann kundi gera bæði.

    Tekstur: Assa Færø
    Myndir/stuttfilm: Jóhannes Nilssen