http://eyga.fo/uploads/gallery/album_59/medium/

Nátturan Reypar Sær


Myndir
    Stovnað: 22/01/2012
    Tað var ikki sørt, at náttúran reypaði eitt sindur í kvøld, tá norðlýsið lýsti upp ísakalda og stjørnuklára himinin. Jónheðin Tróndheim fangaði nakrar myndir av tignarliga ljósinum á Argnum, sunnanfyri útstykkingina á hamrinum, og á Velbastað har ein fær betri sýni vegni minni ljósdálkan.

    -Eg leyp avstað, tá eg sá norðlýsið. Mann sær ikki so væl norðlýsið í býnum fyri "light pollution." Tí fór eg suðurum har onki ljós var, sigur hann.

    Tekstur: Annika Kunoy Im
    Myndir: Jónheðin Herason Tróndheim