Stovnað: 13/10/2011
Meginfelag Føroyskra Studenta gjørdi nógv fyri at kveikja áhugan hjá teimum lesandi fyri løgtingsvalinum í heyst. Lesandi uttanlands kunnu atkvøða til løgtingsval, men tað krevur at tey søkja um upptøku á vallistan í heimkommununi.
Hóskvøldið 13. oktober skipaði MFS fyri formansumfari í Føroyahúsinum.
Áhugin fyri tiltakinum var stórur, og húsið var fullsett longu áðrenn fundurin byrjaði.
Kjakið var lívligt, og politikarnir fingu skarpar spurningar settar frá fjøldini.
Miðvísa arbeiði hjá MFS gjørdi mun, tí at til løgtingsvalið høvdu 435 lesandi skrásett seg.
Meir enn dupult so nógv sum til seinasta val, tá ið 181 høvdu skrásett seg.
Myndir: Janus Ortind